Innanlands

Hevur fingið navnið Tasiilaq

Christian í Grótinum varð strikaður úr føroyska flotanum í gjár

2020-12-05 11:20 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjuskipið Christian í Grótinum, sum hevur havt heimstað í Klaksvík seinastu sjey árini, er selt.

Tað er eitt felag í Grønlandi, sum hevur keypt skipið fyri knappar 124 milliónir krónur, og skipið varð handað nýggju eigarunum í gjár á Skála.

Skipið hevur fingið navnið Tasiilaq, og tað skal avloysa eitt eldri skip við sama navnið, sum varð selt  fyrr í ár.

Gamli Tasiilaq var ikki óvanligur at síggja í Føroyum, so spurningurin er um vit ikki fáa nýggja Tasiilaq at síggja rættuliga ofta millum oyggjarnar, hóast skipið er selt til Grønlands. 

Reiðaríið, sum átti Christian í Grótinum, byggir eitt nýtt uppsjóvarskip í Skagen, sum skal handast felaganum í januar 2022, men sum skilst, so fer felagið nú undir at leita eftir einari alternativari loysn inntil nýggja skipið kemur í flotan, soleiðis at kvoturnar hjá Christian í Grótinum kunnu fiskast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder