2019-02-18 20:44
Partrolararnir Heykur og Falkur hava landað 190.000 pund til Faroe Origin i Runavík.
Upplýst verður, at teir hava fiskað eystanfyri, og at fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Meginparturin av veiðuni er upsi, og tá ið liðugt var at landa, varð riggað til at fara aftur til fiskiskap undir Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald