2023-06-02 07:02
Partrolararnir Heykur og Falkur landaðu í gjár umleið 365.000 pund av feksum botnfiski til Faroe Origin í Runavík.
Upplýst verður, at nógv tann størsti parturin av veiðuni var upsi.
Parið hevur fiskað eystanfyri Føroyar hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald