Innanlands

Høgaberg landar svartkjaft í Fuglafirði

Fiskiskapurn eftir svartkjafti hevur verið smáligur seinastu tíðina

Savnsmynd (Mynd: Skipalistin)

Savnsmynd (Mynd: Skipalistin)

2019-02-06 20:01 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg kom á Fuglafjørð í morgun, har teir skulu landa.

Høgaberg hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, men fiskiskapurin heuvr verið heldur smáligur.

Upplýst verður, at teir hava umleið 1200 tons við, sum teir landa til Havsbrún har svartkjafturin veruðr framleiddur til lýsi og olju, og síðan til laksafóður.

Næstan allur svartkjafturin, sum føroysku skipini fiska, verður landaður í Fuglafirði. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder