2020-12-08 06:29
Uppsjóvarskipini, sum bæði hava fiskað svartkjaft, hava landað veiðuna til Havsbrún í Fuglafirði.
Fyrstur at landa var Høgaberg, sum hevði umleið 200 tons av svartkjafti, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi, og um middasleiti í dag byrjaðu teir at landa Katrin Jóhonnu.
Katrin Jóhanna hevði 1700 tons av svartkjafti við til lands, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Katrin Jóhanna - Savnsmynd: Kiran Jóanesarson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald