2022-06-22 23:46
Uppsjóvarskipið Høgaberg kom í dag á Fuglafjørð, har skipið skal landa makrel.
Høgaberg hevur verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi, og hevur 900 tons av makreli við til lands, sum skal landast til Pelagos.
Í løtuni landar Christian í Grótinum, og Høgaberg sleppur framat at landa í morgin.
Tá ið liðugt er at landa, veður farið aftur á makrelveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald