Innanlands

Høgni D. Jakobsen nýggjur fíggjarstjóri á Bakkafrosti

Bakkafrost hevur sett nýggjan fíggjarstjóra fyri Gunnar Nielsen, sum fer úr starvi

2019-02-15 16:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Høgni D. Jakobsen verður nýggjur fíggjarstjóri á Bakkafrost og tekur við starvinum 1. apríl 2019.

Hesum boðar Bakkafrost frá í tíðindaskrivi í dag.

Høgni D. Jakobsen, sum er 46 ára gamal, hevur drúgvar royndir frá leiðsluráðgeving frá donskum og altjóða fyritøkum og kemur úr starvinum sum Senior Partner í Quorum Consulting í Keypmannahavn.

Høgni D. Jakobsen hevur Master of Science í Business Administration og Computer Science frá Copenhagen Business School.

Síðan 2015 hevur hann verið Senior Partner í Quorum Consulting. Høgni var leiðsluráðgevi í PA Consulting Group frá 2004 til 2015, og frá 1998 til 2004 hevur hann verið ráðgevi, vinnumennari og verkætlanarleiðari fyri ymsar ráðgevara fyritøkur.

Hann tekur við eftir Gunnar Nielsen, sum hevur verið í starvi síðani 2014. Hann segði seg úr starvi í januar, men skuldi halda fram til nýggjur varð settur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder