Innanlands

ICES-frágreiðing gjørd um alivinnuna í Føroyum

Hon gevur eina heildarmynd av føroysku alivinnuni og savnar vitan, sum áðrenn var spjadd ímillum stovnar í ymsum frágreiðingum og vísindaligum greinum, skrivar Fiskaaling

Partur av arbeiðsbólkinum (Mynd: fiskaaling.fo)

Partur av arbeiðsbólkinum (Mynd: fiskaaling.fo)

2023-03-07 15:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í mai 2022 varð ein arbeiðsbólkur við serfrøðingum settur at gera eina heildarmynd av alivinnuni í Føroyum til ICES-frágreiðingina “Aquaculture Overview”.

Tað vóru Gunnvør á Norði, granskari á Fiskaaling, og Henn Ojaveer, umboð frá ICES, ritstjórnaðu frágreiðingina, ið Aquaculture Overview lýsingin tekur støði í. Hetta skrivar Fiskaaling á heimasíðu sínari.

Arbeiðsbólkurin var tvørfakligur og frágreiðingin lýsir alivinnuna sum eina heild, bæði viðvíkjandi lóggávu, framleiðslu, umhvørvi og týdningin fyri føroyska samfelagið. Harvið er vitan, sum áðrenn var spjadd ímillum stovnar í ymsum frágreiðingum og vísindaligum greinum, nú samlað á einum stað.

[object Object]

ICES-frágreiðingin um føroysku alivinnuna er tann triðja í Aquaculture Overview-røðini. Tær fyrru útgávurnar lýsa ávikavist alivinnuna í Norðursjónum og Keltiska havinum.

Hendan ýggja ICES-frágreiðingin gevur eina heildarmynd av føroysku alivinnuni. Í arbeiðsbólkinum, ið hevur skrivað frágreiðingina, eru umboð frá føroyskum myndugleikum, umframt ráðgevarar og granskarar við serkunnleika innan lív-, búskapar- og stjórnmálafrøði.

Í arbeiðsbólkinum vóru samanlagt tólv fólk: 

Gunnvør á Norði, Fiskaaling

Rúni Dam, Avrik

Eilif Gaard, Havstovan

Katrin H. Jensen, Umhvørvisstovan

Unn Laksá, Sjókovin

Magni Laksáfoss, Sjókovin

Birna Mørkøre, Heilsufrøðiliga starvsstovan

Ann-Lisbeth Agnalt, IMR, Norway

Anne Cooper, ICES

Cecilia Kvaavik, ICES

Ena Briesemeister, ICES

Henn Ojaveer ICES



Frágreiðingin kann lesast her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder