Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í gjár nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.
ICES mælir til, at veiðan av toski í 2021 kann vera í mesta lagi 6.247 tons og er hetta ein minking á 47 prosent í mun til tilmælið í 2020. Verri føðiviðurksifti í havinum síðstu árini hava ávirkað toskastovnin neiliga, soleiðis at tilgongdin er minni enn væntað.
Veiðan av hýsu í 2021 kann vera í mesta lagi 11.440 tons og er hetta áleið tann sama veiðan, sum ICES mælti til í 2020. Gýtingarstovnurin av hýsu veksur framhaldandi, hann er nú mettur at vera 52.245 tons. Vøksturin í gýtingarstovninum kemst serliga av 2016- og 2017-árgangunum, sum eru mettir at vera væl yvir miðalstødd.
Veiðan av upsa í 2021 kann vera í mesta lagi 27.368 tons, og er hetta ein minking upp á 23 prosent í mun til tilmælið í 2020. Gýtingarstovnurin av upsa hevur verið væl fyri síðan 2014. Veiðutrýstið er framvegis hægri enn tað veiðutrýst, sum er mett at geva størstu varandi veiðu.
Tilmælini kunnu lesast leinkjunum niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald