Fyrst í hesum mánaðinum varð nýggja rannsóknarskipið Jákup Sverri latið Havstovuni, og í morgun fór skipið sín fyrsta túr.
Jákup Sverri er 54 metrar langur og smáar 14 metrar breiður.
Á hesum fyrsta túrinum er endamálið at kanna brisling í Tangafirði og á Skálafjørðinum. Hetta er triðja árið, at Havstovan ger brislingakanningar á føroysku firðunum.
Kjølurin varð strektur í Litava í september 2018, og skrokkurin kom á Skála í september í fjør. Jákup Sverri hevur kostað góðar 280 milliónir krónur, og nýggja havrannnsóknarskipið avloysir Magnus Heinason, sum hevur verið havrannsóknarskip síðani 1982.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald