Innanlands

Nú skal útgerðin umborð

Avhendingarskjalið í sambandi við yvirtøku av nýggja rannsóknarskipinum varð undirskrivað í gjár. Manningin er farin umborð í dag, og arbeiðið er farið í gongd

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-12-03 13:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár varð avhendingarskjalið, umframt onnur viðkomandi skjøl, í sambandi við yvirtøku av nýggja rannsóknarskipinum Jákup Sverra undirskrivað. Harvið er skipið er nú formliga handað eigaranum.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, skrivaði undir vegna byggiharran, meðan Mouritz Mohr, stjóri og Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður skrivaðu undir vegna MEST.

[object Object]Mynd: hav.fo

Í dag er manningin farin umborð og siglir skipið til Havnar at taka útgerð. Arbeiðið fer at taka nakrar dagar, og síðan verður farið undir at gera tær fyrstu kanningarnar fyri Havstovuna.

Havstovan boðar frá, at so skjótt høvi verður, er ætlanin at vísa almenninginum kring landið skipið. Føroya Landsstýri yvirtekur Jákup Sverra fyri avtalaðan prís.

Sí myndir: Jákup Sverri doyptur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder