-Jákup Sverri er eitt sera framkomið skip, sum er serbygt til havrannsóknir og seismikkanningar. Eg kundi nevnt nógv ting, sum hetta skipið hevur og sum einki annað skip hevur. Til dømis, so hava vit eitt spildurnýtt ekkolodd frá Simrad, tað fyrsta av sínum slag í heiminum, sum sendir á sjey ymiskum ljóðbylgjum (frekvensum). Tá vit fara at kenna ekkoloddið, so kunnu vit finna útav, um til dømis, toskur slær best út á eini ávísari ljóðbylgju, og hýsa á einari og upsi á tí triðju. Sostatt kunnu vit við tíðini siga, hvat slag av fiski, vit síggja, sigur Rúni Niclassen, skipari, á Jákupi Sverra.
- Samstundis kann ekkoloddið nýtast á djúpum vatni, og vit kunnu síggja, um tað til dømis, er móra á botni og hvussu tjúkk, hon er. Ekkoloddið situr á einum eyka ”kjøli” frammi í skipinum, sum kann lorast tríggjar metrar niður í sjógvin. Tá kann tað til dømis, tekna allan botnin frá sjóvarmálanum á eystara armi á Skálafjørðinum til vestara arm trídimentionalt, bara við at sigla einaferð eftir fjørðinum. Skipið hevur eisini tveir astikkar, sigur hann.
- Jákup Sverri er óivað ljóðleysasta skipið í heiminum. Mikrofonir vórðu lagdar á botnin á Skálafjørðinum, og tær hoyrdu ikki ljóð frá skipinum, tá tað sigldi omanfyri tær. Tí kann skipið gera kanningar á heilt grunnum vatni uttan at órógva fiskin.
Harafturat er skipið ísstyrkt frá kjøli og upp til vatngangin og so nýtist tað als onga barlast. Tí er hetta eitt serstakliga vælútgjørt skip, sum tað tekur tíð at koma at kenna, sigur Rúni Niclassen.
- Skipið er bygt sum ein trolari, men kann nógv annað. Vit fara at gera allar tær royndirnar, sum Magnus Heinason vanliga hevur gjørt. Skipið kann óivað eisini leigast út, tá tað ikki verður nýtt av Havstovuni, tí tað hevur nýggjastu útgerð í heiminum, og hevur vakt áhuga uttanfyri landoddarnar, sigur hann.
Týskvøldið hevði sjómanstrúboðarin andakt umborð, við sangi, Guds orði, bøn og signing.
- Eg haldi, øll manningin var glað fyri løtuna, tí vit, eins og øll onnur sjófólk, hava tørv á Guds signing og varðveitslu. Tí haldi eg tað var bæði rætt og gott, at byrja ”arbeiðsdagin” hjá Jákupi Sverra við andakt, sigur Rúni Niclassen, annar av skiparunum.
Fjúrtan mans hoyra til skipið, sum fór til verka mikumorgunin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald