2020-08-26 16:45

Seinastu tíðina hevur nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, verið at sæð á Skálafjørðinum, og Mouritz Mohr, stjóri á skipasmiðjuni MEST á Skála, upplýsir fyri Kringvarpinum, at fleiri royndartúrar verða gjørdir fyri at royna nógvu teknisku útgerðina.
Mouritz Mohr sigur, eisini, at byggingin er seinkað, millum annað orsakað av koronu, men at Jákup Sverri verður latið eigarunum um miðjan september,
Tá verður alment hátíðarhald, og Jákup Sverri fer eisini framsýningartúr. Sáttmálaprísurin fyri nýggja havransóknarskipið er 276 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald