Tað var í síðstu viku, at tað bleiv alment, at Jupiter skuldi seljast úr Gøtu til Kollafjørð.
Sølan bleiv endalig í dag, og skipið hevur nú heimstað í Kollafirði, og skrásetingarnummarið VN 99.
Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari, segði í samrøðu við Portalin í síðstu viku, at Jupiter framvegis fer at hava navnið Jupiter, og at tað var tí, at Varðin, sum átti skipið áðrenn, ikki skuldi brúka navnið aftur, og at navnið hevði sera gott orð á sær.
Jupiter er keyptur fyri knappar 40 milliónir krónur, og skipið fer nú á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi. Tað verður sama manning, sum hevur siglt við skipinum frammanundan, sum verður við Jupiter meðan teir fiska svartkjaft.
Tá ið svartkjaftatíðin er liðug fer manningin aftur til Varðan.
Jupiter fer eftir ætlan til fiskiskap í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald