2023-06-18 18:12
Uppsjóvarskipið Jupiter, úr Kollafirði, kom í gjárkvøldið á Fuglafjørð við 1.050 tonsum av makreli, sum skal landast til Pelagos.
Jupiter hevur verið á makrelveiðu eystanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
- Miðal støddin á makrelinum er omanfyri 400 gramm, og nógv æti er í so makrelurin verður alsamt feitari og feitari, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari.
Reiðarin leggur aftrat, talan er helst um fyrstu makrellastina, sum er omanfyri 1.000 tons í hesari vertíðini.
- Prísurin nærkast nú sjey krónum kilo, og Jupiter fer aftur til fiskiskap tá ið teir hava landað, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald