2024-11-04 21:32
Uppsjóvarskipið jupiter liggur í løtuni á Runavík, har skipið landar 200 tons av sild upp í bilar, sum skulu koyrast til Tavuna í Leirvík.
Tá ið liðugt er at landa upp í bilarnar, fer Jupiter á Fuglafjørð, har skipið skal landa 350 tons av sild til Pelagos í Fuglafirði.
Jupiter hevur verið á sildaveiðu í íslendkum sjógvi, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald