Innanlands

Jupiter og Pelagos samstarva um sildaverkætlan

Uppsjóvarskipið Jupiter og uppsjóvarvirkið Pelagos hava fingið tillutað 500 tons av sild í sambandi við eina spennandi verkætlan

Jupiter skal fiska kvotuna, sum verkætlanin hevur fingið tillutað (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Jupiter skal fiska kvotuna, sum verkætlanin hevur fingið tillutað (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-09-21 09:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Eins og undanfarin ár verða, í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, settar nakrar serligar treytir, sum skulu tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið. Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar – í seinasta lagi 31. januar komandi.

Ein av umsóknunum, sum hevur fingð tillutað sildakvotu er eitt samstarv millum Jupiter og uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði. 

Talan er 500 tons av sild, sum Jupiter skal fiskað.

- Hetta verður spennandi, vit hava fingið játtað 500 tons til eina verkætlan, har vit skulu fiska sildina, og landa hana til Pelagos, sum síðan skal framleiða vøruna, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari á Jupiter.

- Talan er um sildaflaps, sum hava ligið í laka tvífalt so leingi sum vanligt, og síðan verða vakumpakkaði. Ætlanin er at byrja longu í oktober, og vit eru spentir at fara í gongd, sigur reiðarin. 

Víðari sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari, at tað eisini verður Pelagos, sum skal selja vøruna, av tí at teir longu kenna marknaðin, og tað tí er upplagt og munandi lættari.

Feløgini, sum hava fingið játtað sildakvotur til vinnuligar royndir eru hesi:

Kósin - 1.100 tons

TG Seafood - 950 tons

Varðin Pelagic - 450 tons

Jókin (í samstarvi við Pelagos) - 500 tons


3500 tons vórðu tillutaði í sildakvotum til vinnuligarroyndir, men samlaða umsóknartalið var 7000 tons av sild.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder