Innanlands

Kanna um rukkur framvegis eru á skipum

Sjóvinnustýrið setur nú sjóneykuna á happing og trivnað um borð á føroyskum skipum

2024-11-15 11:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt ávíst fokus hevur í seinastuni verið á sálarligum umhvørvi og happing á arbeiðsplássum, og kanning hjá Gallup hevur víst, at hetta er ein trupulleiki á summum arbeiðsplássum.

Sjóvinnustýrið fer at kanna, um happing ella annar ágangur fer fram í føroysku sjóvinnuni, og hvussu hetta verður handfarið, um so er.

- Við eini nýggjari spurnakanning venda vit okkum til sjófólk, sum hava siglt við føroyskt skrásettum skipum seinastu fimm árini. Kanningin skal geva eina greiðari mynd av sálarligum trivnaði og møguligari happing um borð. Vit vilja hava so nógv sjófólk sum gjørligt at svara, so vit fáa eina so rættvísandi mynd av trivnaðinum um borð á føroyskum skipum sum gjørligt.

Fyrr var vanligt, at serliga yngsti maður umborð varð illa happaður og aðrir eisini.

- Vit hava ein greiðan varhuga av, at hetta tíbetur er ein farin tíð, men við hesi kanning vilja vit tryggja okkum, at vit fáa eina veruliga fatan av støðuni í dag. Okkum vitandi eru ongar kanningar gjørdar av sálarligum umhvørvi og trivnaði um borð á føroyskum skipum fyrr, sigur Sjóvinnustýrið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder