Frystitrolarin Kappin, úr Hósvík, fer væntnandi aftur til fiskiskap í kvøld.
Kappin hevur verið á svartkalvaveiðu undir Føroyum, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Hans Andrias Kelduberg, reiðari, upplýsir, at Kappin landaði veiðuna í Havn týsdagin, og at skipið eftir ætlan fer aftur til fiskiskap í kvøld.
Kappin er størsta fiskiskipið hjá Thor í Hósvík, og hevur millum annað verið nýtt til rækjufiskiskap.
Fyri tíð síðan bleiv skipið sandblást, málað og riggað bleiv til at fara at fiska undir Føroyum.
Umframt Kappan, eigur Thor millum annað eisini garnaskipini Thor og Túgvustein, sum fiska svartkalva og havtasku og skeljatrolaran Norðheim.
Thor og Túgvusteinur hava seinastu mongu árini landað veiðuna í Havn, meðan Norðheim landar veiðuna til skeljavirkið á Oyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald