Innanlands

Katrin Jóhanna er ávegis á Vestmanna við 220 tonsum

Teir hava roynt í føroyskum sjógvi, meðan hini skipini hava verið í altjóða sjógvi

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-08-19 10:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna hevur sett kós móti Vestmanna, har teir skulu landa.

Teir vera á Vestmanna í kvøld, og hava 220 tons av makreli við til lands, sum skal landast til Vestmanna Seafood.

Katrin Jóhanna hevur roynt norðanfyri í føroyskum sjógvi og vóru teir einsamallir á feltinum, meðan hini føroysku skipini royna í altjóða sjógvi.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder