Innanlands

Katrin Jóhanna er eitt gott skip

Hóast skipið er 20 ára gamalt, so er tað í sera góðum standi, sigur skiparin, Árni Dalsgaard

Árni Dalsgaard (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Árni Dalsgaard (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2018-12-13 18:04 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Hóast skipið er 20 ára gamalt, so er tað í sera góðum standi. Tað er væl viðfarið, og so hevur tað bara verið í vinnu í umleið seks mánaðir árliga. Harafturat er øll køliútgerðin nýggj.

Norðmenninir hava roynt mest við nót; og skipið hevur bara trolað einar tríggjar túrar árliga, sigur skiparin á Katrin Jóhonnu, Árni Dalsgaard.

Skipið er bygt í Norra í 1997; er 73 metrar langt, 12,6 metrar breitt og lastar 1950 tons.

Motorurin er ein 5400 hk. Wichmann. Nevnast kann, at skipið er bygt eftir somu tekning sum Christian í Grótinum, sum var gjørdur í Kili.

[object Object]Katrin Jóhanna (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Vit hava fingið tillutað menningarkvotu av sild, makreli og svartkjafti.

- Bróðurparturin, ella so nógv sum nú einaferð verður gjørligt, koma vit at landa til Snarfrost í Miðvági. Vit kunnu eisini landa í Vestmanna, Hvalba ella aðrastaðni, sigur Árni.

Tað var hugaligt at koma á Miðvág og fáa so stórfingna móttøku. Tað var eisini hugaligt at vera inni á Skálavík og venda, og síggja nakrar av mínum gomlu bygdamonnum, sigur Árni Dalsgaard.

Katrin Jóhanna fer eftir ætlan avstað seinni í vikuni, og kósin verður helst í ES sjógv at trola eftir makreli.

Sí eisini myndarøð frá móttøkuni í Miðvági týsdagin

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder