
Tað kemur ikki nógvur feskur fiskur upp á land her, sjálvt um vit m.a. hava Landingarmiðstøðina, sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu.
Í nýggjasta parti av poddinum um føroyskar havnir her á Portalinum tosa vit við Súna í Hjøllum, borgarstjóra í Nes kommunu og Herman Jacobsen, havnameistari.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Hoyr Súna og Herman greiða frá broytingum, sum eru farnar fram í havnalagnum á Toftum og hvørjar framtíðarætlanir kommunan hevur. Hoyr m.a. hvussu kommunan fær pening fyri ferðamannaskip sjálvt um tey ikki leggja at á Toftum.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Poddurin er partur av røðini "Føroyskar havnir", sum verður her á Portalinum næstu tvær vikurnar. Petur Zachariassen leggur til rættis.
Partur 1: Fuglafjarðar Havn: Keikanturin nógv longdur seinastu árini
Partur 2: Eysturkommuna: Havnarløg - tað er har man blakar gamlar akkumulatorar, plattar og annað
Partur 3: Sunda kommuna: Borgarstjórin hellur til ein ferðavinnumiðdepil við Áir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald