Tað er Janus Joensen frá Faroe Dive, sum hevur staðið fyri arbeiðinum, um at hjálpa til við at rudda fram við kaiini.
Janus, sum er partur av einum altjóða góðkendum kavaraskúla, gjørdi ikki matari enn at seta seg í samband við Brimil, har teir í felag skipaðu fyri einum kavaraskeiði. Her skuldi dekkini fram við kaiini á vestursíðuni veðra málið og ”fongurin”.
Les eisini: Gadus sett kós móti Føroyum
Eftir hálvum degi, høvdu teir tikið heili 25 dekk upp á kaiina, sum havnameistarin, Jógvan á Lakjuni, tók ímóti. Teir vóru sjálvandi fegnir um fongin, men søgdu við ein munn, at nú eru vit komnir hálva leið. Brimil var farin at bunkra í Norðhavnini, og skuldi síðani koma aftur, og verður tí hildið frá við at kava eftir dekkum.
Ikki er at tala um umhvørvisligu dygdina, sum liggur í hesum arbeiði, og so sanniliga um at vandi hjá størru skipunum at fáa dekk um skrúvuna her, er av.
Tað eru dømi um, at stór skip eru farin á beding, fyri at fáa dekk av skúvuni, tí tað at kalla ikki gerst sum kavaraarbeiði. So her er talan um eitt megnar arbeiði, sum er gjørt eftir lítlari løtu av skilagóðum monnum í góðum samstarvi, má sigast.
Klaksvíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald