Innanlands

Ligið í meira enn eitt ár: Tróndur í Gøtu ger royndartúr

Girið á Tróndi í Gøtu brotnaði, og skipið hevur ligið í meira enn eitt ár. Farið verður til fiskiskap aftur í næstu viku

Tróndur í Gøtu við Eystnes í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Tróndur í Gøtu við Eystnes í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-23 21:55 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í kvøld sæst Tróndur í Gøtu sigla millum oyggjarnar, eftir at hava ligið við maskinskaða á Skála í meira enn eitt ár.

Girið brotnaði, og tað gjørdist greitt at umvælingin fór at taka umleið eitt ár.

Reiðaríið leigaði í skundi uppsjóvarskipið Gitte Henning til Føroya, og fyri stuttum gjørdist greitt, at skipið verður verandi í føroyska flotanum, tí Varðin hevur keypt skipið.

Nú er arbeiðið at umvæla Trónd í Gøtu komið so mikið væl áleiðis, at teir í kvøld fóru ein royndartúr. Manningin, sum sigldi við Jupiter, er farin umborð á Trónd í Gøtu, og eftir tillagingar í dag er skipið nú sett í gongd.

Síðani verður riggað til at fara til fiskiskap, og tað verður í næstu viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder