Innanlands

Lítið av toski á Føroyabanka

Magnus Heinason hevur gjørt yvirlitstroling á Føroyabanka. Nøgdin av toski var bara 24 prosent í mun til árini frá 1996 til 2003

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-16 17:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Magnus Heinason er júst liðugur við ta árligu yvirlitstrolingina um heystið á Føroyabanka, har 29 hál á ein tíma verða tikin. Í ár vóru tó bert 17 hál tikin, skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Í mars bendu yvirlitstrolingarnar á, at toskurin á Føroyabanka var komin fyri seg aftur.

Úrslitini nú í september vístu, harafturímóti, at nøgdin av toski var bert 24 prosent í mun til árini frá 1996 til 2003, tá nøgdirnar vóru sum fyrr í tíðini. Hinvegin var nógv til av hýsu, longu, havtasku og hvítingi í mun til onnur ár.

Magakanningarnar vístu, at tað var nógv til av smáari nebbasild men lítið til av krabbadýrum.

Magnus Heinason var úti frá 8. september til 15. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder