Í gjár lá farmaskipið Hav Nordic, hjá reiðarínum Navigare, á Sundi.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina. Tíð var eisini til ein bita, Guds orð, bøn og eitt stutt prát við skiparan Ingvard Hentze. Hann segði millum annað:
- Vit koma frá Noregi, og hava fult skip, 2850 tons, av skervi. Hetta er skervur, sum vit í Føroyum eisini kallað fyri ”skitskervur”, sum ofta verður nýttur at slætta og javna við. Skervurin verður lagdur upp her á Sundi.
-Annars kann eg siga, at vit sigla nógv við farmi millum norskar havnir og millum norðurlond. So gera vit av og á túrar til Føroyar og til Íslands. Hetta er ein tílíkur túrur, sigur Ingvard.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Hann hevur siglt hjá Navigare í knapt seks ár, og síðsta árið sum skipari. Hann trívist og heldur at arbeiðið er spennandi. Sjey mans eru við Hav Nordic, sum er ávegis aftur til Noregs.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald