2023-06-21 09:00
Uppsjóvarskipini Borgarin og Tummas T komu í gjár inn á ávíkavist Kollafjørð og Tvøroyri, við 1.100 og 600 tonsum.
Skipini hava verið á makrelveiðu eystanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Borgarin landar til Faroe Pelagic í Kollafirði, meðan Tummas T fór á Tvøroyri, har veiðan bleiv landað til Varðan Pelagic.
Gamli Jupiter kom á Fuglafjørð í gjárkvøldið, har teir skulu landa til Pelagos.
Hvussu nógv Gamli Jupiter hevur, vita vit ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald