Innanlands

Makrelfiskiskapurin minkaður niður í einki

Flestu uppsjóvarskipini fiska makrel í norskum sjógvi, hóast nøkur eru á sildaveiðu undir Íslandi

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-09-19 11:52 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu dagarnar hevur fisksiskapurin eftir makreli verið sera vánaligur.

Skipini Norðingur, Gøtunes, Høgaberg, Tróndur í Gøtu, Næraberg, borgarin, og Arctic Voyager fiska i løtuni allir makrel í norskum sjógvi, men fiskiskapurin er minkaður niður í einki.

Tað hevur verið sera smáligur fiskiskapur seinastu dagarnar, og hetta er eisini galdandi fyri tey trý uppsjóvarskipini, sum eru á sildaveiðu undir Íslandi Fagraberg, Tummas T og Finnur Fríði.

Í Kollafirði liggur Jupiter og bíðar eftir, at sildafiskiskapurin batnar áðrenn teir fara aftur til fiskiskap.

Íslendska skipið Huginn er komin á Fuglafjørð í nátt, har teir skulu landa til Pelagos. Júst hvat teir hava vita vit ikki.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder