Innanlands

Mascot fer nú í søguna - kom til Føroyar í 1976

Skipið hevur seinastu tíðina kallast Borðoy, og hevur ligið á Skála, har tað skal høggast upp

2021-04-08 09:24 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í 70'unum, at tað komu nýggju nýbygningar til Føroyar, sum vóru systirskip, og bygd í Póllandi.

Skipini hava altíð verið nevnd "pólakkarnir", og tvey av teimum hava havt heimstað í Føroyum líka til í dag.

Talan er um Sigmund, sum upprunaliga hevði navnið Vaðhorn, og Mascot, sum hevði stolta navnið líka fram til 2018 tá ið tað skiftið navn til Borðoyarnes, og fekk heimstað í Klaksvík.

Skipið bleiv tó avloyst í fjør, og broytti í hesum sambandi navnið til Borðoy, og hevur ligið á Skála líka síðan, og skal nú høggast upp.

Mascot var línuskip, og varð seinastu árini nýtt til krabbaveiðu.

Eitt tað mest umrødda skipið av hesum nýggju, má hava verið Heldarstindur úr Sandavági, sum fekk eina sinnopsbumbu í trolið í 1984.

Heldarstindur sakk norðanfyri Bornholm í 1990, og er í dag eitt kent frítíðarstað fyri kavarar. Meira kann lesast um hendingina við sinnopsbumbuni á vagaskip.dk.

Systurskipini vóru hesi:

Mascot -  Toftir: Verður upphøgdur á Skála nú.

Vaðhorn - Leirvík: Kallast í dag Sigmund, og liggur á Toftum.

Heldarstindur - Sandavágur: Sakk norðanfyri Bornholm í 1990.

Lækkaklettur - Miðvágur: Fekk seinni navnið Runavík, og heimstað í Svøríki. Skipið verður eisini upphøgt nú.

Bláfossur - Tvøroyri: Bleiv upphøgdur í Danmark í 2012

Hamraberg - Miðvágur: Upphøgdur í 2003

Vesturleiki - Sørvágur: Fekk seinni navnið Louise L, og heimstað í Grønlandi. (Helst upphøgt í dag)

Núpur - Klaksvík: Hevur framvegis sama navn, men er umbygdur og hevur heimstað í Íslandi.

Hagaleiti - Leirvík: Umbygdur, og hevur í dag navnið Røn og heimstað í Svøríki.

[object Object]Mascot í sinum uppruna litið - Savnsmynd (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder