Innanlands

Meiri pengar til MSC-góðkenningar

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2023 verður játtanin til Havstovuna hækkað, og ein partur av hesi hækking er til raðfesting av at samskipa arbeiðið við MSC-góðkenningum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-10-01 10:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arbeiðið at samskipa sonevndu MSC-góðkenningarnar av fiski úr Føroyum skal nú raðfestast hægri.

Í uppskotinum til fíggjarlóg, sum varð lagt fyri Løgtingið í gjár, verður játtanin til Havstovuna hækkað, og ein partur av hesi hækking er til raðfesting av at samskipa arbeiðið við MSC-góðkenningum.

Løgtingið lækkaði í fjør játtanina til vanliga virksemið hjá Havstovuni við 500.000 krónum, men í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 verður játtanin hækkað við einari millión og 150.000 krónum.

Peningurin skal m.a. brúkast til at tryggja, at arbeiðsorka er á Havstovuni til at samskipa almenna partin av góðkenningartilgongdunum, og saman við vinnuni gera neyðugu raðfestingarnar, tá ið fiskasløg skulu góðkennast. Ein annar partur skal brúkast til framskrivaðar lønarhækkingar.

Góðkenningar av burðardyggum fiskiskapi frá altjóða stovnum, so sum MSC, hava vundið alsamt meira uppá seg seinnu árini. MSC (Marine Stewardship Council) er tann mest viðurkendi altjóða standardurin fyri burðardyggan fiskiskap. Góðkenningarnar frá MSC eru fortreytin fyri, at útflytarar kunnu selja fiskavørur á teimum bestu marknaðunum til tann hægsta prísin.

Góðkenningartilgongdirnar eru umfatandi og gera, at enn meira orka má leggjast í at útvega vitan um fiskastovnar og fiskiskapir. Við hækkaðu játtanini er málið at tryggja, at arbeiðið at útvega góðkenningarnar av fiski úr Føroyum verður meira miðvíst, og at almenni leikluturin verður samskipaður betri og lagdur í eina fasta legu, skrivar Fiskimálaráðið.

Í dag hava hýsa, upsi, longa, brosma, gulllaksur og jákupsskel úr Føroyum MSC-góðkenning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder