Innanlands

Menningarkvotur: Umsøkjarar vita onki enn

Hóast Fiskimálaráðið fríggjadagin boðaði frá, at umsøkjarar fingu svar í gjár, vita teir onki enn

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-06-25 16:25 Author image
Regin Winther Poulsen

-  Eg kann siga, at tað verður heilt skjótt. 

Tað segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá Portalurin 13. mai spurdi hann, nær menningarkvoturnar vórðu útlutaðar. Men nú vit skriva 25. juni, er ongin menningarkvota latin enn. 

Les eisini: Menningarkvoturnar verða latnar heilt skjótt

Fríggjadagin kom eisini tíðindaskriv úr Fiskimálaráðnum, har boðað varð frá, at umsøkjarar fingu boð um, hvørt umsóknin var gingin á møti í gjár, mánadagin. Men Portalurin hevur verið í sambandi við umsøkjara, og hann váttar at ongin boð eru komin enn. Hesum segði Kringvarpið eisini frá í útvarpstíðindunum í dag. 

Tá Portalurin gjørdi samrøðu við Høgna Hoydal í mai mánaða, segði hann at tilmælið frá metingarnevndini nú fekk eina fyrisitingarliga viðgerð. Kannast skuldi, um umsóknirnar livdu upp til umsitingarligu krøvini í lógini um sjófeingið. 

Les eisini: Mánadagin fæst svar um menningarkvoturnar

Portalurin hevur roynt at fingið fatur á Rógva Reinert, aðalstjóra í Fiskimálaráðnum í fleiri førum seinastu vikuna, men tað hevur ikki eydnast enn. 

Tað vóru í ár 37 umsóknir um menningarkvotu. Tær flestu umsóknirnar vóru um kvotu til sild og makrel, meðan ikki eins nógvar umsóknir vóru um svartkjaft. Hetta er heldur umvent, um hugsað verður um, at flest tons skulu latast í menningarkvotu til svartkjaft, meðan nógv færri tons av makreli og sild verða latin. 

Les eisini: Flest vilja hava makrel