Hósdagin skrivaði Portalurin, at metingarnevndin, sum skal gera tilmæli um, hvør fær menningarkvotu var liðug við sítt arbeiði, sum nú var latið fiskimálaráðnum. Tá hevði ikki eydnast at fáa fatur í landsstýrismanninum fyri at fáa viðmerking til, nær menningarkvotur verða latnar. Men fríggjadagin eftir tíðindafundin um umsitingarætlan, tosaðu vit við Høgna Hoydal.
- Tað er altíð keðiligt, um tað tekur ov langa tíð. Metingarnevndin hevur arbeitt leingi, og nú hava vit fingið tilmæli. Eg arbeiði sjálvandi við, at tað kemur sum skjótast, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Hann greiðir frá, at tilmælið nú fær eina umsitingarliga viðgerð fyri at staðfesta, um umsøkjarinir liva upp til krøvini í lógini um fyrisiting av sjóðfeingi. Høgni Hoydal kann ikki siga ítøkiliga, nær menningarkvoturnar koma.
- Men eg kann siga, at tað verður heilt skjótt, staðfestur landsstýrismaðurin.
Tá menningarkvoturnar vórðu lætnar í fjørð, segði landsstýrismaðurin beinavegin, at hann vónaði, at menningarkvotur kundu latast fyrr í ár. Men hann greiðir frá, at tað eru viðurskifti, sum føroyingar ikki hava vald yvir, sum gera, at kvoturnar koma seint.
- Vit skulu hava ásett kvoturnar av uppisjóðarfiski fyri hvørt fiskaslag á hvørjum ári. Vit fáa ikki ásett hana á heysti, hóast eg hevði vónað at vit kundu byrjað við tí arbeiðinum tá, greiðir landsstýrismaðurin frá. Hann sigur, at støðan tó er batna nakað við, at løgtingið hevur samtykt, at menningarkvoturnar verða galdandi, frá tá tær verða játtaðar.
- Men vit eru framvegis í bestu vertstíð fyri svjartkjaft, so tað hevði verið nógv tað besta, um kvoturnar kunnu latast beinavegin, staðfestur landsstýrismaðurin.
Les eisini: Fiskimálaráðið fingið tilmæli um menningarkvotur
Tað vóru í ár 37 umsóknir um menningarkvotu. Tær flestu umsóknirnar vóru um kvotu til sild og makrel, meðan ikki eins nógvar umsóknir vóru um svartkjaft. Hetta er heldur umvent, um hugsað verður um, at flest tons skulu latast í menningarkvotu til svartkjaft, meðan nógv færri tons av makreli og sild verða latin.
Les eisini: Flest vilja hava makrel
Ítøkiliga skulu 3.159 tons av makreli, 4.695 tons av sild og 11.711 tons av svartkjafti skulu latast í menningarkvotu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald