Innanlands

Millum størstu tænastuskip í alivinnuni

Á Glyvrum verður leygardagin bæði opið skip og opið hús á høvuðssætinum hjá Bakkafrosti

(Mynd: Bakkafrost)

(Mynd: Bakkafrost)

2023-01-05 10:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin 7. januar 2023 verður skipað fyri almennari móttøku, tá nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrosti, M/S Bakkafossur, kemur á Glyvrar. Dagurin verður hátíðarhildin við røðum, tónleiki og ábiti, og møguleiki verður at vitja umborð umframt at vitja virkið og høvuðssætið hjá Bakkafrost.

Hátíðarhaldið byrjar við, at skipið verður doypt. Síðani verður móttøka við røðum og tónleikaframførslum innandura í hølum hjá Bakkafrost á bryggjuni.

Skráin fyri móttøkuni er soleiðis:

12:30: Bakkafossur leggur at. Fýrverk á bryggjuni

13:00: Skipið verður doypt

13:05 - 14:00 : Móttøka innandura á bryggjuni á Glyvrum við røðum og tónleikaframførslum

14:00 - 16:00 : Opið skip umborð á M/S Bakkafossi / Opið hús á høvuðssætinum hjá Bakkafrost við ábiti

M/S Bakkafossur telist millum størstu tænastuskip í heiminum til alivinnu. Skipið kann føra umleið 1.000 tons av livandi fiski, og hevur fleiri ymiskar møguleikar at veita tænastu til alivinnuna, millum annað viðgerð við feskvatni fyri laksalús og toknur, skiljing av fiski og aling á opnum havi. Skipið er 109 metrar langt og 22 metrar breitt, og er útgjørt við hybrid-skipan, ið merkir, at diesel motorar saman við battaríum tryggja umleið 20 prosent sparing í orkunýtslu.

Skipið er harafturat fyrireikað til lætt at skifta til 100 prosent grøna orkuloysn, tá slíkar eru til taks á marknaðinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder