Innanlands

Minnast tey ið lótu lív á sjónum

Farna allahalganna ár kravdi sjólívið og yrki við sjógvin tvey mannalív. Allahalgannadagur er í morgin 1. november

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-10-31 21:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fólkakirkjan: Allahalgannadag minnast vit tey, ið sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum vegna sjúku ella vanlukku.

Minningarhaldið allahalgannadag er bæði staðbundið, umboðandi tað lokala økið, og alment yrkisliga, umboðandi allar Føroyar.

Tað staðbundna minningarhaldið tekur atlit at nærumhvørvinum og lagnu fólksins í økinum.

Tað almenna minningarhaldið, sum er til minnis um føroyingar, deyðir í yrki á sjónum, verður hildið á Vinnuháskúlanum í Tórshavn, og tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri.

Á tí almenna minningarhaldinum heldur Løgmaður talu og leggur síðan ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Tórshavn. Gudstænastan í Dómkirkjuni fylgir tí almenna minningarhaldinum.

Í brátt farna allahalganna ári kravdi sjólívið og yrki við sjógvin tvey mannalív.

Við sorgblídni, virðing og tøkk nevna vit nøvnini á teimum báðum, ið sjólótust, tá ið frystilíniskipið Kambur sakk einar 17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi tann 6. februar 2024

Bjarni Bisp, 57 ára gamal. Hann var ættaður av Argjum og búsitandi í Hoyvík.

Heine Thorsteinsson, 47 ára gamal. Hann var ættaður úr Vági og búsitandi í Vági

Vit lýsa djúpa samkenslu við teimum avvarðandi og lýsa Guðs frið yvir teir, ið fórust í yrki sínum á sjónum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder