Innanlands

Minni av toskayngli í ár

Kanningarnar á landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í ár í mun til undanfarnu tvey árini. Eisini er væl minni av toskayngli á Føroyabanka

(Mynd: Havstovan)

(Mynd: Havstovan)

2024-08-15 12:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Yngul- og ætikanningarnar, sum vórðu gjørdar við havrannsóknarskipinum Jákup Sverra í seinnu helvt av juni í ár vísa, at minni er til av toskayngli í ár.

Kanningarnar á landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í ár í mun til undanfarnu tvey árini. Tá hugt verður eftir øllum tíðarskeiðnum (1983-2024) eru nøgdirnar undir miðal fyri tosk, nebbasild og hvítingsbróðir, men yvir miðal fyri hýsu.

Eisini er miðalstøddin av hesum sløgum eitt vet minni í ár enn miðalstøddin fyri alt tíðarskeiðið. Kanningarnar í ár byrjaðu eina viku fyrr enn vanligt er, og møguliga ávirkar hetta úrslitini, serliga fyri nebbasild, sum skal hava eina ávísa stødd fyri at verða fingin í trolið, skrivar Havstovan. Stórur munur var á nøgdini í ymsu økjunum. Størstu nøgdirnar av yngli vóru vestanfyri og í útnyrðingspartinum av landgrunninum.

Nógv plantuæti

Hinvegin, so var nógv av plantuæti á landgrunnnum. Nøgdirnar inni á landgrunninum vóru umleið tríggjar ferðir størri enn uttan fyri landgrunnin, og fyribils er vísitalið fyri gróðurin higartil í ár væl yvir miðal.

Á Føroyabanka vóru nøgdirnar av toskayngli í fjør methøgar. Væl minni av toskayngli er at fáa í ár, men tó eru nøgdirnar yvir miðal, tá hugt verður eftir øllum tíðarskeiðnum (1991-2024).

Nøgdirnar av hýsuyngli eru væl yvir miðal, meðan lítið er av nebbasildayngli á Føroyabanka.

Lítið var av plantuæti á Bankanum, og nøgdirnar vóru bæði smærri enn á landgrunninum og í havøkinum rundan um Føroyabanka.

Øll túrfrágreiðing sæst her.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder