Innanlands

Myndir: Emerald loksins komin heim til Føroya

Í dag stevndi Føroya nýggjasta og framkomnasta fiskiskip á Havnina fyri fyrstu ferð. Sí stóra myndarøð

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-13 18:10 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Emerald kom í dag á Havnina á fyrsta sinni, og stórur hátíðardámur settist yvir løtuna, tá ið Føroya nýggjasta fiskiskip kom heim til Føroya úr Turkalandi.

Emerald er bygdur á Tersan skipasmiðjuni í Turkalandi, og kostnaðurin er meira enn 400 milliónir krónur.

Skipið, sum er gjørt til at fiska rækjur og botnfisk, hevur heimstað í Havn, og felagið, sum hevur latið skipið byggja er P/f Havborg.

Verksmiðjutrolarin hoyrir til somu eigarar sum Enniberg, og kemur fyrst og fremst at fiska rækjur, meðan Enniberg fiskar botnfisk.

Emerald er útgjørdur at fiska við trimum trolum, og hevur møguleika at framleiða mjøl og olju umborð, og á henda hátt tekur skipið alt við til lands, sum fæst úr veiðuni.

Tað er norska fyritøkan Skipsteknisk, sum hevur sniðgivið skipið, og sama felag hevur eisini sniðgivið Enniberg, sum kom í føroyska flotan í 1990.

Tað serliga við degnum í dag er ikki einans, at reiðaríið hevur fingið ein stásuligan og framkomnan nýbygning, men eisini at eigarin og stovnarin, Mortan Johannesen, hevur føðingardag í dag. 

Sí myndir, sum Kiran Jóanesarson og Sverri Egholm tóku tá skipið kom á Havnina seinnapartin:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder