Í nýggjum tátti á Fiskur.fo velur redaktiónin myndina hendan mánaðin. Nógvar góðar myndir verða tiknar hvønn mánað, men hvørva skjótt í tíðindameldrinum. Hetta er ein roynd at seta meira fokus á ymsu myndirnar.
Myndin fyri apríl er av Annelies Ilena, sum kom á Fuglafjørð seint seinnapartin 26. apríl. Annelies Ilena sigldi framvið Leirvík ávegis til Fuglafjarðar, og tað sást aftur í bygdamyndini.
Við sínum 144 metrum í longd og 24 metrum í breidd, er talan um størsta frystitrolaran í heiminum. Skipið er bygt í Noreg í 2000.
Annelies Ilena landaði 7000 tons av svartkjafti til Bergfrost.
Síðst í hesum mánaðinum verður myndin fyri mai vald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald