Innanlands

Nærkast til enn eitt frystilínuskip kemur í flotan

Línuskipið Ummannaq kemur í føroyska flotan og skal millum annað avloysa Havbúgvan, sum er lagdur, sigur Hálvdan Gudmundsen, reiðari

Línuskipið Ummannaq, sum Hálvdan Gudmundsen hevur keypt, er nógv seinkað, men nú nærkast til skipið kemur til Føroyar

Línuskipið Ummannaq, sum Hálvdan Gudmundsen hevur keypt, er nógv seinkað, men nú nærkast til skipið kemur til Føroyar

2024-03-27 07:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystilínuskipið Ummannaq, sum millum annað skal avloysa Havbúgvan, verður í Føroyum tíðliga í apríl, sigur reiðarin.

- Tilgongdin hevur verið rættuliga drúgv, men vit vænta at skipið kemur til Føroyar tíðliga í apríl, sigur Hálvdan Gudmundsen, reiðari, sum vísir á at skipið skal í gjøgnum eitt skipasýn áðrenn tað kann koma undir føroyska flagg.

- Skipið liggur í Svendborg, og skipasýnið var umborð og gjørdi sýnið, men brádliga valdu teir at fara í páskafrí, og koma so umborð aftur 4. apríl tá ið teir skulu ein lítan túr út á fjørðin og gera nakrar royndir við skipinum, sigur reiðarin.

Reiðarin skilir ikki heilt hví danskararnir valdu at gevast so brádliga, og fara í páskafrí.

- Vit vóru farnir niður eftir skipinum. Seks mans skulu sigla skipið heim, og hetta kom rættuliga óvæntað á okkum, men vit eru so komnir heim aftur, og fara niður aftur eftir skipinum eftir páskir, sigur Hálvdan Gudmundsen, reiðari.

Reiðarin ynskir ikki at upplýsa hvat skipið er keypt fyri, ella hvat navnið verður.

- Tað er ikki nakað, sum man plagar at upplýsa, og vit velja tí at gera tað sama sum felstu reiðaríini, og halda tað loynuligt, sigur Hálvdan Gudmundsen, við einum smílið, og sigur at eisini navnið eisini er loyniligt enn.

Ymiskt arbeiði skal gerast við skipið áðrenn skipið fer í vinnu. Eitt nú skal sverari lína umborð, nýggjur krani setast á dekkið, frystaríiið skal dagførast og væntast hetta at taka umleið tríggjar til fýra vikur, sigur reiðarin.

- Nýggja skipið hjá okkum skal fiska undir Føroyum, í altjóða sjógvi og um tað verður møguligt, so vóna vit eisini at sleppa á Flemish Kap, sigur Hávdan Gudmundsen, reiðari. 

Drúgt skipakeyp

Tilgongdin at keypa skipið hevur verið rættuligani drúgv. Alt byrjaði fyri einum ári síðani.

- Tað hevur tikið sera drúgva tíð. Sakførarin hjá núverandi eigarunum doyði, og so skuldi øll skjølini útflýggjast av nýggjum, eitt nú pantibrøv og annað í skipinum, og hetta hevur tikið sína tíð, men nú nærkast av álvara til vit kunnu yvirtaka skipið, sigur Hálvdan Gudmundsen, reiðari. 

Ummannaq er bygt í bygt í 1988 á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen og hevur havt nøvnini Loran, Gandi, Stapin, Tromsø, Polar Ummannaq og Ummannaq. 

Skipið skal millum annað avloysa Havbúgvan, sum er elsta línuskipið í føroyska flotanum, og bygt í Noregi í 1959, og sostatt er 65 ára gamalt. 

Les eisini: Gamal kenningur á veg í føroyska flotan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder