Innanlands

Niðurlendingar seta pengar í Ocean Rainforest

Talan er um ein grunn, sum serliga leggur dent á nýskapandi íverksetan og burðardygd

(Mynd: Ocean Rainforest)

(Mynd: Ocean Rainforest)

2024-09-17 08:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein niðurlendskur grunnur, Triodos Food Transition Europe Fund, hevur sett pengar í føroysku alifyritøkuna Ocean Rainforset, við høvuðssæti í Kaldbak.

Triodos er ein grunnur, sum virkar serliga at gera íløgur í fyritøkur, sum arbeiða við nýskapandi íverksetan, har dentur verður lagdur í burðardygd.

Ocean Rainforest hevur havt tørv á íleggjarum, og í hesum umfari er tað eydnast felagnum at at skaffa 2,5 milliónir evrur, góðar 18 milliónir krónur,  frá bæði nýggjum og verandi íleggjarum, skrivar felagið í fráboðan.

Millum verandi eigararnar eru grunnar sum Grantham Foundation, Builders Vision, Katapult Ocean, Twynam og WWF.

Ocean Rainforest varð stovnað í 2007, og fyritøkan er sannførd um, at stór framtíð er í aling av tara, sum er við til at minka um koltvísúrnisútlátið og harvið gagna veðurlagnum og umhvørvinum.

Eftir fleiri ár við gransking og aling av tara, byrjaði vinnuliga virksemið í 2013. Í dag starvast 25 fólk í Ocean Rainforest, sum væntar at framleiða 400 tons av taralívrunnum evnum í ár í mun til 240 tons í 2023. Ocean Rainforest er harvið størsti taraalari í Evropa.

Tilfarið verður brúkt í kosmetikk-framleiðslu, sum evni at lata í matvørur, djórafóður og aðrar vørur.

- Vit síggja íløguna hjá Triodos Food Transition Europe Fund sum ein góðkenning av okkara ætlan um at vera við til at betra um trivnaðin hjá fólki og geva eitt íkast til okkara bláu gongustjørnu, sigur Ólavur Gregersen, stovnari og stjóri í Ocean Rainforest.

- Við íløguni frá Triodos kunnu vit økja um okkara framleiðslu og fáa gagn av teimum stóru møguleikum á hesum alheims vakstrarmarknaðinum, samstundis sum vit stremba eftir at røkka okkara málum um byrðardygd.

Umframt aling í Føroyum hevur Ocean Rainforest eisini alivirksemi í amerikanskum sjógvi út fyri kalifornisku strondina nærhendis Santa Barbara. Amerikanska felagið hevur júst søkt um loyvi at víðka um aliøkið. Um hetta verður samtykt, gerst Ocean Rainforest eisini størsti taraalarin á opnum havi í USA. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder