Seinastu dagarnar hava fleiri skip verið og landa í Fuglafirði, Tvøroyri og í Kollafirði, og okkurt skipið er ávegis inn at landa.
Í Kollafirði hevur uppsjóvarskipið Vesturbúgvin landað umleið 300 tons av makreli, sum er fiskaður í bretskum sjógvi. Fiskiskapurin hevur verið góður, og veiðan bleiv landa til Pelagos í Kollafirði.
Fuglafjørður
Hjá Pelagos í Fuglafirði er nógv at gera, men eisini hjá Havsbrún, sum er byrjað at taka ímóti svartkjafti.
Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Borgarin er komin inn við 800 tonsum av sild, sum skipið hevur fiskað í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Hjá Havsbrún hava Ango og Arctic Voyager verið inni og landa.
Ango hevði 1.200 tons av svartkjafti við til lands, og Arctic Voyager hevur landað 1.950 tons av svartkjafti. Bæði skipini hava fiskaðsvartkjaft í føroyskum sjógvi.
Ango (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Arctic Voyager (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Tvøroyri
Hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri er eisini arbeiði til allar hendur.
Gøtunes er júst byrjað at landa 1.200 tons av sild, sum skipið hevur fiskað í íslendskum sjógvi, og beint áðrenn Gøtunes byrjaði at landa hevði danska uppsjóvarskipið Beinur verið inni og landa 1.200 tons av makreli, sum er fiskaður í bretskum sjógvi.
Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Tummas T skal landa 1.100 tons av sild til Varðan Pelagic, sum er fiskaður í íslendskum sjógvi. fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin, og skal Tummas T landa aftaná Gøtunes.
Tummas T (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Nýggjasta uppsjóvarskipið í flotanum, Finnur Fríði, er ávegis á Tvøroyri við 1.300 tonsum av sild, sum skipið hevur fiskað í íslendskum sjógvi.
Fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin, og skipið fer aftur á sild tá ið liðugt er at landa.
Finnur Fríði (Savnsmynd: Ivan Reid)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald