2020-12-07 06:24
Framleiðsuskipið Norðborg hevur seinastu dagarnar fiskað makrel i ES sjógvi.
Tá ið vit tosaðu umborð í gjárkvøldið upplýsti Jón Rasmussen, skipari, at teir høvdu 850 tons av rundfrystum makreli, og at teir væntaðu at næsta hálið hevði eini 200 tons í afturat, og so fóru teir at seta kós móti Føroyum at landa.
Norðborg er einasta føroyska skipið, sum framvegis hevur makrelkvotu í ES sjógvi, meðan tey føroysku skipini eru á svartkjaftaveiðu.
Tó vóna føroysku skipini, at tey raka við makrel í føroyskum sjógvi, har tey hava ein part av kotuni eftir enn fyri 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald