Um tvær vikur verða nýggjar samráðingar millum Noreg og Russland um nýggja fiskiveiðiavtalu.
Norska fiskivinnuumsitingin váttar fyri NRK, at kallað er inn til komandi norsk-russisku fiskivinnusamráðingar, og at russar hava játtað hesum. Fundurin verður hildin talgilt og luttakararnir eru embætisfólk.
Ráðgevingin frá serfrøðingini mælir til at fiska 500.000 tons av toski. Hesi verða vanliga býtt javnt millum Noreg og Russland.
Norska stjórnin hevur tikið avgerð um, ikki at taka fiskivinnufyrisitingina av Barentshavinum við í revsitiltøkini móti Russlandi. Men trýst verður frá fleiri síðum um at ganga frá hesum, skrivar NRK.
Eftir spreingingarnar í Eystrasalti hava fleiri limir í stórtinginum sett spurningar um russisku trolarnar í norskum sjógvi. Eitt nú hevur Erlend Svardal Bøe úr Høyre-flokkinum heitt á stjórnina um at endurumhugsa spurningin við ávísing til slit á sjókáplum í Vesteråalen og nærhendis Svalbard, har tað er staðfest, at russiskir trolarar hava havt nógv virksemi í økjunum tá káplarnir slitnaðu.
Bjørnar Skjæran, fiskimálaráðharri úr arbeiðaraflokkinum, hevur sagt, at hann fylgir støðuni tætt, men hevur ikki funnið orsøk til at broyta støðu.
Grundgevingin hjá Skjæran er, at burðardygg fyrisiting er grundleggjandi fyri stjórnina.
Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, vardi í gjárkvøldið at russisk fiskifør framhaldandi leggja til bryggju í norskum havnum. Hóast trygdarvandin er øktur á øðrum økjum í landinum, heldur forsætisráðharrin, at eftirlitið av fiskiskipunum er gott nokk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald