2023-02-14 19:02
Fýra norsk uppsjóvarskip, hava seinastu dagarnar landað veiðuna í Føroyum til Havsbrún og Pelagos.
Talan er um skipini Slaaterøy, Sunny Lady, Gerda Marie og Hardhaus.
Gerda Marie landaði 2200 tons av svartkjafti til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Hini trý skipini landaðu til Pelagos.
Slaatterøy hevur umleið 850 tons, Hardhause hevur landað umleið 300 tons og Sunny Lady hevur umleið 450 tons.
Gerda Marie hevur fiskað svartkjaft í ES sjógvi meðan hini trý hava fiskað lodnu við Ísland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald