Innanlands

Norsk uppsjóvarskip landar svartkjaft í Fuglafirði

Norska uppsjóvarskipið Slaatterøy landar 2800 tons av svartkjafti til Havsbrún

Slaatterøy (Savnsmynd)

Slaatterøy (Savnsmynd)

2023-03-08 22:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Norska uppsjóvarskipið Slaatterøy kom í dag á Fuglafjørð við 2800 tonsum av svartkjafti.

Slaatterøy, sum er bygt sum Ruth í 2016, hevur fiskað svartkjaft vestanfyri Írland hendan túrin.

Tá ið Slaatterøy hevur landað, verður farið aftur til fiskiskap. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder