Reiðaríið Olsen Gruppen í Austervoll í Norra, hevur undirskrivað sáttmála um ein nýbygning, sum skal latast reiðaríðnum í 2021.
Nýggja uppsjóvarskipið, sum verður 80,3 metrar langt og 17 metrar breitt kostar umleið 170 milliónir norskar krónur, sum svara til 130 milliónir danskar krónur, at byggja í Bangladesh í mun til knappar 230 milliónir krónur, um skipið skuldi verið bygt í Norra.
Tað er norska sniðgevarafyritøkan Sawicon, sum hevur sniðgivið skipið, og sum er eisini hevur sniðgivið eitt systurskip, sum verður bygt á somu skipasmiðju.
Tað er norski reiðarin Ola Olsen, sum er reiðari í felagnum Olsen Gruppen, og sum nú hevur valt at taka børnini uppí virksemið, sum umfatar tvey frálandaskip, og trý uppsjóvarskip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald