2024-02-20 10:02
Í dag, 20. februar 2024, bleiv avtala millum Pf. Pelagos í Fuglafirði og Pf. Faroe Real Estate Ltd. í Kollafirði endaliga avgreidd, og eigur Pf. Pelagos nú allan partapeningin í Faroe Pelagic Pf, sum eigur uppisjóvarvirkið í Kollafirði.
Í hesum sambandi hevur felagið skift navn, og eitur nú Pf. Pelagos Kollafjørður.
Nevnd og leiðsla í Pf. Pelagos og Pf. Pelagos Kollafjørður er tann sama.
Les eisini: Kappingarráðið góðkent yvirtøkuna hjá Pelagos av Faroe Pelagic
Les eisini: Pelagos skal yvirtaka PP Faroe Pelagic frystivirkið í Kollafirði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald