Nakað av kjaki hevur verið um Vørn, og hvørt eftirlitið hevur verið nóg gott í summum førum. Nú hevur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, raðfest fiskiveiðieftirlit í uppskotinum til fíggjarlóg 2023, sum er lagt fyri Løgtingið.
Hetta skrivar fisk.fo, í samband við at játtanin til Vørn og fiskiveiðieftirlit er hækkað við tveimum milliónum krónum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023. Hetta uppskotið kemur til fyrstu viðgerð í morgin, hósdagin 16. februar.
- Ein størri játtan styrkir fiskiveiðieftirlitið. Tað fer at geva rúmari møguleikar at brúka eygleiðarar umborð á fiskiskipum, sum royna í føroyskum sjógvi, og fer at betra um eftirlitið við umskipingum og landingum í føroyskum havnum.
Vørn hevur eftirlit við føroyskum og útlendskum fiskiskipum í føroyskum sjógvi, og føroyskum fiskiskipum, sum fiska uttan fyri føroyskan sjógv. Stovnurin hevur somuleiðis eftirlit við landingum og umskipingum av veiði í føroyskum havnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald