2022-06-23 09:34
Nýggi Ango, sum kemur í flotan fyri fyrrverandi Ango, sum er selt til Hirtshals, fer á makrelveiðu í komandi viku.
Talan er um eitt størri og betri egna skip enn undanfarna uppsjóvarskipið, sum nú fær navnið Junior og heimstað í Hirtshals aftur.
Nýggi Ango er fyrrverandi Hoffell, sum hevur havt heimstað í Íslandi seinastu árini.
Skipið er í góðum standi, og er eitt munandi betri skip, enn undanfarni Ango bæði tá ið talan er um umstøður umborð og lastievnið.
Ango - Mynd: Kiran Jóanesarson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald