Nýggi ''Kambur'' kemur til Føroya seint í summar

Partafelagið M&S Strendur hevur keypt norska frystilínuskipið Veststeinen fyri Kamb, sum sakk í februar í ár

Avloysaraskipið hjá Kambi kemur í føroyska flotan seint í summar

Avloysaraskipið hjá Kambi kemur í føroyska flotan seint í summar

2024-08-15 07:27 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partafelagið M&S Strendur hevur keypt norska frystilínuskipið Veststeinen fyri Kamb, sum sakk í februar í ár.

Talan er um eitt frystilínuskip, sum norska felagið K.P Holmset hava átt í eitt knapt ár.

Norsku eigararnir keyptu skipið í desember í fjør, og hava selt Stesteinen uttan kvotur, sum nú skulu yvir á eitt annað skip hjá reiðarínum.

Enn er tað ikki alment hvat skipið er keypt fyri.

Veststeinen er knappar 47 metrar langt og 10 metrar breitt í mun til Kamb, sum var 45 metrar langt og 10,9 metrar breitt. Kambur varð eisini bygt í 1998.

Nýggi ''Kambur'', sum vit gita at skipið fer at eita, er í løtuni til fiskiskap, og verður yvirtikin seint í summar.

Dagført kl. 11:00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder