Innanlands

Nýggi landsstýrismaðurin vitjaði á Vørn

Dennis Holm fekk kunning um arbeiðsuppgávurnar og ætlanirnar, sum stovnurin arbeiðir við. Samgongan hevur millum annað sett sær fyri at ítøkiliga økja um eftirlitið og uppraðfesta eygleiðarar umborð á fiskiskipum.

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, á Vørn saman við stjóranum Óla Hans Olsen

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, á Vørn saman við stjóranum Óla Hans Olsen

2023-01-25 10:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í síðstu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, á VØRN. Stjórin, Óli Hans Olsen, tók ímóti, og saman við starvsfólkum á stovninum varð kunnað um arbeiðsuppgávurnar og ætlanirnar, sum VØRN arbeiðir við.

VØRN er ein av týðandi stovnunum í landinum, sum bæði hevur ábyrgdina av fiskiveiðieftirliti við føroyskum og útlendskum fiskiskipum í føroyskum sjógvi og føroyskum fiskiskipum, sum fiska uttan fyri føroyskan sjógv. VØRN hevur eisini ábyrgdina av MRCC, sum m.a. hevur ábyrgdina av leiting og bjarging á føroyskari havleið. Eisini er Veðurstova Føroya deild undir VØRN.

Samgongan hevur sett sær fyri at styrkja VØRN og ítøkiliga eisini at økja um eftirlitið og uppraðfesta eygleiðarar umborð á fiskiskipum.

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder